Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

44. fundur

Týsdagur 28. januar 2003

kl. 13.30

 

Ár 2003, týsdagin 28. januar kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Lisbeth L. Petersen, Tórbjørn Jacobsen, Jákup Mikkelsen og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Formaðurin bar fram minningarorð um Hans Jacob Debes, fyrrverandi løgtingsmann, ið andaðist tann 26. januar 2003, og tingmenn mintust hann í tøgn.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 40/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 51/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Trivnaðar- og heilsuráð.
    §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 52/2002: Uppskot til løgtingslóg um fíggjarligan stuðul til politiskt virksemi og politiska upplýsing.
    Málið beint í rættarnevndina.
  4. Annlis Bjarkhamar, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-26/2002 frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi skúlafráveru í sambandi við ítrótt.
    Málið avgreitt.

Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Alfred Olsen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin, hevur lagt fram tingmálini nr 54/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning, og nr. 55/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg, og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 43/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 30. januar 2003 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 51/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Trivnaðar- og heilsuráð.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 43/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 54/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 55/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg.
    Málið verður beint í rættarnevndina.
  5. Framløga.

 Fundur lokin kl. 16.40

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari