Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

43. fundur

Mikudagur 22. september 2003

kl. 13.30

 

Ár 2003, mikudagin 22. januar kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Lisbeth L. Petersen, Heðin Mortensen, Tórbjørn Jacobsen, Jákup Mikkelsen, Jørgen Niclasen og Heðin Zachariasen vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 48/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 50/2002: Uppskot til løgtingslóg um loðsskyldu.
    Málið beint í vinnunevndina.
  4. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 51/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Trivnaðar- og heilsuráð.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 52/2002: Uppskot til løgtingslóg um fíggjarligan stuðul til politiskt virksemi og politiska upplýsing.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 28. januar 2003 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 40/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 51/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Trivnaðar- og heilsuráð.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 52/2002: Uppskot til løgtingslóg um fíggjarligan stuðul til politiskt virksemi og politiska upplýsing.
    Málið verður beint í rættarnevndina.
  4. Svar upp á fyrispurning nr. 100-26/2002 til Annlis Bjarkhamar, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi skúlafráveru í sambandi við ítrótt.
  5. Framløga.

 Fundur lokin kl. 17.20.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari