Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

42. fundur

Týsdagur 21. januar 2003

kl. 13.30

 

Ár 2003, týsdagin 21. januar kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Lisbeth L. Petersen, Heðin Mortensen og Tórbjørn Jacobsen og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 40/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
    §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 49/2002: Uppskot til løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði.
    Málið beint í vinnunevndina.
  3. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-19/2002 frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi kommunalum partafelagi.
    Málið avgreitt.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 48/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg og 1. viðgerð av tingmáli nr. 50/2002: Uppskot til løgtingslóg um loðsskyldu.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 22. januar 2003 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 48/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 50/2002: Uppskot til løgtingslóg um loðsskyldu.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 52/2002: Uppskot til løgtingslóg um fíggjarligan stuðul til politiskt virksemi og politiska upplýsing.
    Málið verður beint í rættarnevndina.
  5. Framløga.

Fundur lokin kl. 17.25.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari