Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

41. fundur

Fríggjadagur 17. januar 2003

kl. 10.00

 

Ár 2003, fríggjadagin 17. januar kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Tórbjørn Jacobsen, Andrias Petersen og Jørgen Niclasen, Anfinn Kallsberg, løgmaður, landsstýrismenninir Eyðun Elttør og Páll á Reynatúgvu, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 45/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.
    Málið beint í vinnunevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 47/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn.
    Málið beint í vinnunevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 51/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Trivnaðar- og heilsuráð.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  4. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at, vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 40/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 49/2002: Uppskot til løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 21. januar 2003 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 40/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 49/2002: Uppskot til løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 48/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 50/2002: Uppskot til løgtingslóg um loðsskyldu.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  5. Svar upp á fyrispurning nr. 100-19/2002 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi kommunalum partafelagi.
  6. Framløga.

 Fundur lokin kl. 12.25.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari