Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

39. fundur

Týsdagur 14. januar 2003

kl. 13.30

 

Ár 2003, týsdagin 14. januar kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Farloyvi:
Skriv frá Vilhelm Johannesen, dagfest 14. januar 2003, við umsókn um farloyvi, og at næsti maður á lista Javnaðarfloksins í Norðoya valdømi tekur sæti á tingi. Formaðurin heitti á Hergeir Nielsen, Katrin Dahl Jakobsen og Rúna Hentze um at kanna, hvør næstvaldur er á lista Javnaðarfloksins í Norðoya valdømi. Hergeir Nielsen mælti til, vegna seg sjálvan, Katrin Dahl Jakobsen og Rúna Hentze, at Mamy Dahl Sørensen tekur sæti á tingi fyri Vilhelm Johannesen.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

Til viðgerðar:

  1. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at tingmenninir Lisbeth L. Petersen og Jóannes Eidesgaard, vegna Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, hava lagt fram tingmál nr. 53/2002: Misálit á Jørgen Niclasen, landsstýrismann.
  2. Viðgerð av tingmáli nr. 53/2002: Misálit á Jørgen Niclasen, landsstýrismann.
    Samtykt við 28-4-0 atkvøðum at gera frávik frá tingsskipanini sambært § 85 soleiðis, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, kann verða framsøgumaður fyri Tjóðveldisflokkin.

    Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, boðaði frá, at hann í skrivi til Anfinn Kallsberg, løgmann, hevur biðið um at verða loystur úr starvinum sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Løgmaður handaði løgtingsformanninum skriv, dagfest 14. januar 2003, har løgmaður boðar frá, at hann hevur loyst Jørgen Niclasen úr embætinum sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum samsvarandi § 29, stk. 1 í løgtingslógini um stýrisskipan Føroya.

    Jóannes Eidesgaard tók, vegna uppskotsstillararnar, uppskotið aftur.
  3. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 48/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 49/2002: Uppskot til løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði, at Johan Dahl, tingmaður, hevur lagt fram tingmál nr. 50/2002: Uppskot til løgtingslóg um loðsskyldu, at Bill Justinussen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 51/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Trivnaðar- og heilsuráð, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 52/2002: Uppskot til løgtingslóg um fíggjarligan stuðul til politiskt virksemi og politiska upplýsing, at mentanarnevndin hevur lagt fram álit II í tingmáli nr. 38/2002: Uppskot til løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum, og at vinnunevndin hevur lagt fram álit II í tingmáli nr. 15/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 37/2002: Uppskot til samtyktar um aðalorðaskifti viðvíkjandi fyrimunum og vansum við ES-limaskapi, 1. viðgerð av tingmáli nr. 45/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, 1. viðgerð av tingmáli nr. 47/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn, og svar upp á fyrispurning nr. 100-19/2002 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi kommunalum partafelagi

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 15. januar 2003 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Framhaldandi 3. viðgerð av tingmáli nr. 38/2002: Uppskot til løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum.
  3. Framhaldandi 3. viðgerð av tingmáli nr. 15/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 37/2002: Uppskot til samtyktar um aðalorðaskifti viðvíkjandi fyrimunum og vansum við ES-limaskapi.
    Málið verður beint í uttanlandsnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 45/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  6. Framløga.

Fundur lokin kl. 16.55.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari