Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

37. fundur

Hósdagur 19. desember 2002

kl. 10.00

 

Ár 2002, hósdagin 19. desember kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Marjus Dam, løgtingsmaður, var ikki á fundi.

Formaðurin bar fram minningarorð um Vilhelm Nielsen, fyrrverandi løgtingsmann, ið andaðist tann 18. desember 2002, og tingmenn mintust hann í tøgn.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 23/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-0-14.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 31/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av kapitalvinningi.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-1-0.
    Málið avgreitt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 39/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2003-2006".
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-7.
    Málið avgreitt.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-5/2002: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2002.
    § 1 samtykt 27-0-0, § 2 samtykt 15-0-12, § 3 samtykt 15-0-12, § 5 samtykt 27-0-0, § 6 samtykt 27-0-0, § 7 samtykt 27-0-0, § 8 samtykt 27-0-0, § 9 samtykt 27-0-0, § 10 samtykt 27-0-0 og § 20 samtykt 15-0-12. Uppskotið sum heild samtykt 15-12-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 41/2002: Uppskot til løgtingslóg um eldrarøkt í Sandoynni.
    §§ 1, 2, 3, 4, 5 og 6 samtyktar 25-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  6. 3. viðgerð av tingmáli nr. 38/2002: Uppskot til løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum.
    Uppskot frá Annitu á Fríðriksmørk um at beina málið aftur í nevnd samtykt 25-3-0. Málið beint aftur í mentanarnevndina.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 19. desember 2002, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-5/2002: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2002.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 41/2002: Uppskot til løgtingslóg um eldrarøkt í Sandoynni.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 24/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 32/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 45/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 46/2002: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd at endurskoða løgtingslógina um vinnuligan fiskiskap.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  7. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 12.20.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari