Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

35. fundur

Týsdagur 17. desember 2002

kl. 13.30

 

Ár 2002, týsdagin 17. desember kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Landsstýrismenninir Høgni Hoydal og Annlis Bjarkhamar vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 24/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð.
    Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini, Henrik Old, Alfred Olsen, Kaj Leo Johannesen og Gerhard Lognberg til § 1 fall 15-0-17. §§ 1 og 2 samtyktar 25-7-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 32/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan.
    Uppskot frá Marjus Dam um at beina málið aftur í nevnd fall 2-1-29. Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini, Henrik Old, Alfred Olsen, Kaj Leo Johannesen og Gerhard Lognberg til § 1, nr 5 fall 15-0-17. Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til § 1, nr. 3 samtykt 32-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 17-0-15. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 43/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
    Málið beint í vinnunevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 44/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
    Málið beint í vinnunevndina.
    Tingmálini nr. 43/2002 og 44/2002 vórðu viðgjørd undir einum.
  5. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 47/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 1-5/2002: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2002, og at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 41/2002: Uppskot til løgtingslóg um eldrarøkt í Sandoynni.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 45/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, og 1. viðgerð av tingmáli nr. 46/2002: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd at endurskoða løgtingslógina um vinnuligan fiskiskap.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 18. desember 2002, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/2002: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2003.
  2. Munnligir fyrispurningar (Kl. 13.30).
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 23/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 31/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av kapitalvinningi.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 38/2002: Uppskot til løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 39/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2003-2006".
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 45/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 46/2002: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd at endurskoða løgtingslógina um vinnuligan fiskiskap.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  9. Framløga.

 Fundur lokin kl. 18.35.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari