Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

34. fundur

Mánadagur 16. desember 2002

kl. 10.00

 

Ár 2002, mánadagin 16. desember kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, var ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr.1-1/2002: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2003.
  2. Fundur niðurlagdur kl. 12.10.
    Fundur uppafturtikin 13.30.

    Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til §§ 3, 5, 6 og 11 samtykt 32-0-0.
    Broytingaruppskot frá Gerhard Lognberg til § 6, 6.38.1. fall 8-0-24.
    Broytingaruppskot I frá minnilutanum Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl og Vilhelm Johannesen, til § 1 til og við § 6, 6.38.1. fall 15-0-17.
    Broytingaruppskot I frá minnilutanum Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl og Vilhelm Johannesen, til § 6, 6.38.3. fall 15-0-17.
    Broytingaruppskot I frá minnilutanum Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl og Vilhelm Johannesen, til § 7 fall 15-0-17.
    Broytingaruppskot I frá minnilutanum Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl og Vilhelm Johannesen, til § 9 til og við § 20 fall 15-0-17.
    Broytingaruppskot II frá minnilutanum Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl og Vilhelm Johannesen til §§ 1, 2, 3, 5, 6, 7, 9, 11 og 12 fall 15-0-17.
    Broytingaruppskot frá meirilutanum Óla Breckmann, Tórbjørn Jacobsen, Kristinu Háfoss og Kára P. Højgaard til §§ 1, 2, 3, 5, 6, 7, 9, 11, 12, 14 og 20 samtykt 17-0-15.
    Uppskotið soleiðis broytt samtykt 17-7-8.
    Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3 viðgerð.

  3. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at mentanarnevndin hevur lagt fram álit tingmálunum nr. 23/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar, og nr. 38/2002: Uppskot til løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum, og at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 31/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av kapitalvinningi og nr. 39/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2003-2006".

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 17. desember 2002, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 24/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 32/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 43/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 44/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
    Tingmálini nr. 43/2002 og 44/2002 verða viðgjørd undir einum.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 45/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 46/2002: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd at endurskoða løgtingslógina um vinnuligan fiskiskap.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  7. Framløga.

 Fundur lokin kl. 19.25.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari