Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

33. fundur

Fríggjadagur 13. desember 2002

kl. 10.00

 

Ár 2002, fríggjadagin 13. desember kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Marjus Dam og Bárður Nielsen, løgtingsmenn, og Annlis Bjarkhamar, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2002: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2002.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaligt samtykt 24-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 34/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í "anordning om sundhedsvæsenets centralstyrelse".
    Broytingaruppskot frá Alfred Olsen, Rúna Hentze, Marjus Dam, Kristian Magnussen, Andrias Petersen, Jóanis Nielsen og Jenis av Rana samtykt 24-0-0.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 36/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0.
    Málið avgreitt.
  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 41/2002: Uppskot til løgtingslóg um eldrarøkt í Sandoynni.
    Málið varð beint í trivnaðarnevndina.
  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 42/2002: Uppskot til løgtingslóg um umsjón, váttanarveitan og eftirlit samsvarandi Sáttmála Sameindu Tjóða um at banna evnafrøðiligum vápnum.
    Málið varð beint í uttanlandsnevndina.
  2. Framløga:
    Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum 24/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð og nr. 32/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgstingslóg um barsilsskipan.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 43/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning (Skálafjørður), 1. viðgerð av tingmáli nr. 44/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning (Vágur), 1. viðgerð av tingmáli nr. 45/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing og 1. viðgerð av tingmáli nr. 46/2002: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd at endurskoða løgtingslógina um vinnuligan fiskiskap.

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin 16. desember 2002, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr.1-1/2002: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2003.
  2. Framløga.

 Fundur lokin kl. 12.45

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari