Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

31. fundur

Mikudagur 11. desember 2002

kl. 13.30

 

Ár 2002, mikudagin 11. desember kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, var ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. viðgerð av tingmáli nr. 15/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.
    Uppskotið frá tingmanninum Kaj Leo Johannesen um at beina máli aftur í nevnd samtykt 25-0-7.
    Málið beint aftur í vinnunevndina.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 18/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um royndarskipan við dagtilhaldi fyri fjølbrekað børn úr Nes og Runavíkar kommunu.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 19/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0.
    Málið avgreitt.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 25/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og skattafyrisiting.
    Broytingaruppskot frá Óla Breckmann, Vilhelm Johannesen, Kristinu Háfoss, Tórbjørn Jacobsen, Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl og Kára P. Højgaard samtykt 27-0-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2002: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2002.
    Uppskotið samtykt 29-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 34/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í "anordning om sundhedsvæsenets centralstyrelse".
    Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til § 1 samtykt 30-0-0.
    Uppskoptið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 36/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
    Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til § 1 samtykt 23-0-0.
    Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 40/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
    Málið beint í vinnunevndina.
  10. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-22/2002, frá Kaj Leo Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi uppboðssølu av fiski.
    Málið avgreitt.
  11. Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-21/2002, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikunum hjá fjølbrekaðum børnum.
    Málið avgreitt.
  12. Framløga
    Formaðurin boðaði frá, at Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 41/2002: Uppskot til løgtingslóg um eldrarøkt í Sandoynni, at Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 42/2002: Uppskot til løgtingslóg um umsjón, váttanarveitan og eftirlit samsvarandi Sáttmála Sameindu Tjóða um at banna evnafrøðiligum vápnum, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 43/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning og nr. 44/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning, at Henrik Old og Gerhard Lognberg, vegna Javnaðarflokkin hava lagt fram tingmálini nr. 45/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, og nr. 46/2002: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd at endurskoða løgtingslógina um vinnuligan fiskiskap.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-26/2002 til Annlis Bjarkhamar, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi skúlafráveru í sambandi við ítrótt.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 12. desember 2002, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-26/2002 til Annlis Bjarkhamar, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi skúlafráveru í sambandi við ítrótt.
  2. Svar upp á fyrispurning nr. 100-23/2002 til Bill Justinussen, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi almennum stuðli til viðgerðar fyri barnloysi.
  3. Svar upp á fyrispurning nr. 100-24/2002 til Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann í almannamálum, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi liðugt viðgjørdum sjúklingum á psykiatrisku deildunum á Landssjúkrahúsinum.
  4. Svar upp á fyrispurning nr. 100-25/2002, til Bill Justinussen, landstýrismann, frá Charlottu á Váli Olsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi neurologtænastuni.
  5. Framløga

Fundur lokin kl. 18.20

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari