Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

30. fundur

Fríggjadagur 6. desember 2002

kl. 10.00

 

Ár 2002, fríggjadagin 6. desember kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Kristian Magnussen, løgtingsmaður, og Anfinn Kallsberg, løgmaður, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. viðgerð av tingmáli nr. 39/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2003-2006".
  2. Fundur niðurlagdur kl. 12.05
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30

    Málið varð beint í fíggjarnevndina.

  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 35/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í "lov om sygeplejersker således som den er sat i kraft for Færøerne".
    Málið varð beint í trivnaðarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 38/2002: Uppskot til løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum.
    Málið varð beint í mentanarnevndina.

    Tingmálini nr. 35/2002 og nr. 38/2002 vórðu viðgjørd undir einum.
  5. Framløga
    Formaðurin boðaði frá, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 40/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 11. desember 2002, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 15/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 18/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um royndarskipan við dagtilhaldi fyri fjølbrekað børn úr Nes og Runavíkar kommunu.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 19/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 25/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og skattafyrisiting.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2002: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2002.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 34/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í "anordning om sundhedsvæsenets centralstyrelse".
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 36/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 40/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning
  10. Svar upp á fyrispurning nr. 100-21/2002 til Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikunum hjá fjølbrekaðum børnum.
  11. Svar upp á fyrispurning nr. 100-22/2002 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fiskivinnumálum, frá Kaj Leo Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi uppboðssølu av fiski.
  12. Framløga

Fundur lokin kl. 17.00

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari