Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

29. fundur

Mikudagur 4. desember 2002

kl. 13.30

 

Ár 2002, mikudagin 4. desember kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Jógvan við Keldu, løgtingsmaður, var ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, svaraði fyrispurning nr. 100-17/2002 frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Grundlógarnevndini og arbeiði hennara.
    Málið avgreitt.
  3. Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður, svaraði fyrispurning nr. 100-18/2002 frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi Hjálpartólamiðstøðini (HTM).
    Málið avgreitt.
  4. Høgna Hoydal, landsstýrismaður, svaraði fyrispurning nr. 100-20/2002 frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi lógini um viðgerð av persónsupplýsingum.
    Málið avgreitt.
  5. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 34/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í "anordning om sundhedsvæsenets centralstyrelse", og nr. 36/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.

 

Tikið av dagsskrá:

Svar upp á fyrispurning nr. 100-21/2002 til Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikunum hjá fjølbrekaðum børnum.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 6. desember 2002, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 39/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2003-2006".
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 35/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í "lov om sygeplejersker således som den er sat i kraft for Færøerne".
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 38/2002: Uppskot til løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
    Tingmálini nr. 35/2002 og nr. 38/2002 verða viðgjørd undir einum.
  4. Framløga.

 Fundur lokin kl. 18.35.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari