Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

28. fundur

Týsdagur 3. desember 2002

kl. 13.30

 

Ár 2002, týsdagin 3. desember kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jógvan á Lakjuni og Jógvan við Keldu og Eyðun Elttør, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 6/2002: Uppskot til samtyktar um troling innan fyri 12 fjórðingar úr strondum Føroya.
    Broytingaruppskot til uppskotið til samtyktar frá samdari vinnunevnd samtykt 29-0-0. Uppskot til samtyktar soleiðis broytt samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 15/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.
    Uppskot fra tingmonnunum, Alfred Olsen, Kaj Leo Johannesen og Heina O. Heinesen um at beina málið aftur í nevnd fall 9-1-20. §§ 1 og 2 samtyktar 16-1-13. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 16/2002: Uppskot til løgtingslóg um val av nevndarlimum í Framtaksgrunnin.
    §§ 1, 2 og 3 fullu 8-6-15. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 18/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um royndarskipan við dagtilhaldi fyri fjølbrekað børn úr Nes og Runavíkar kommunu.
    §§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 19/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg.
    Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til § 1 samtykt 28-0-0.
    Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 25/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og skattafyrisiting.
    Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til §§ 1 og 2 samtykt 28-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. nr. 34/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í "anordning om sundhedsvæsenets centralstyrelse".
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-5/2002: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2002.

    Málið beint í fíggjarnevndina.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2002: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2002.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  10. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 39/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2003-2006"

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 35/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í "lov om sygeplejersker således som den er sat i kraft for Færøerne", og 1. viðgerð av tingmáli nr. 38/2002: Uppskot til løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 4. desember 2002, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Svar upp á fyrispurning nr. 100-17/2002 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Grundlógarnevndini og arbeiði hennara
  3. Svar upp á fyrispurning nr. 100-18/2002 til Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi Hjálpartólamiðstøðini (HTM)
  4. Svar upp á fyrispurning nr. 100-20/2002 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi lógini um viðgerð av persónsupplýsingum
  5. Svar upp á fyrispurning nr. 100-21/2002 til Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikunum hjá fjølbrekaðum børnum.
  6. Framløga.

 Fundur lokin kl. 17.35. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari