Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

27. fundur

Fríggjadagur 29. november 2002

kl. 10.00

 

Ár 2002, fríggjadagin 29. november kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Marjus Dam, løgtingsmaður, var ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 26/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-1-0.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 28/2002: Uppskot til broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (fleiri broytingar).
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 30/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 33/2002: Uppskot til løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Syðradali.
    Málið beint í vinnunevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 36/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  6. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 1-5/2002: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2002 og nr. 1-6/2002: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2002, at Kaj Leo Johannesen, løgtingsmaður, hevur lagt fram tingmál nr. 37/2002: Uppskot til samtyktar um aðalorðaskifti viðvíkjandi fyrimunum og vansum við ES-limaskapi, at Annlis Bjarkhamar, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 38/2002: Uppskot til løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum, og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 6/2002: Uppskot til samtyktar um troling innan fyri 12 fjórðingar úr strondum Føroya, nr. 15/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing og nr. 16/2002: Uppskot til løgtingslóg um val av nevndarlimum í Framtaksgrunnin.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 3. desember 2002, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 6/2002: Uppskot til samtyktar um troling innan fyri 12 fjórðingar úr strondum Føroya.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 15/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 16/2002: Uppskot til løgtingslóg um val av nevndarlimum í Framtaksgrunnin.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 18/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um royndarskipan við dagtilhaldi fyri fjølbrekað børn úr Nes og Runavíkar kommunu.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 19/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 25/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og skattafyrisiting.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. nr. 34/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í "anordning om sundhedsvæsenets centralstyrelse".
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-5/2002: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2002.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2002: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2002.
    Málið verður beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 35/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í "lov om sygeplejersker således som den er sat i kraft for Færøerne".
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  11. 1. viðgerð av tingmáli nr. 38/2002: Uppskot til løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
    Tingmálini nr. 35/2002 og nr. 38/2002 verða viðgjørd undir einum.
  12. Framløga

 Fundur lokin kl. 12.50. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari