Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

26. fundur

Mikudagur 27. november 2002

kl. 13.30

 

Ár 2002, mikudagin 27. november kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Hendrik Old og Vilhelm Johannesen og Eyðun Elttør, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 20/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 26/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
    §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 28/2002: Uppskot til broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (fleiri broytingar).
    §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 30/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  6. Bill Justinussen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-9/2002 frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni, viðvíkjandi sjúkrahúsverkinum.
    Málið avgreitt.
  7. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 33/2002: Uppskot til løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Syðradali, at Bill Justinussen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 34/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í "anordning om sundhedsvæsenets centralstyrelse" og nr. 35/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í "lov om sygeplejersker således som den er sat i kraft for Færøerne", at Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 36/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m., og at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 18/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um royndarskipan við dagtilhaldi fyri fjølbrekað børn úr Nes og Runavíkar kommunu og í nr. 19/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg.
  8.  


Tikið av dagsskrá:
2. viðgerð av tingmáli nr. 25/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og skattafyrisiting.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 29. november 2002, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 26/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 28/2002: Uppskot til broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (fleiri broytingar)
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 30/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 33/2002: Uppskot til løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Syðradali.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 36/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  6. Framløga.

 Fundur lokin kl. 16.25  

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari