Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

25. fundur

Fríggjadagur 22. november 2002

kl. 10.00

 

Ár 2002, fríggjadagin 22. november kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Katrin Dahl Jakobsen, Henrik Old, Jákup Mikkelsen og Jóanis Nielsen, og landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Høgni Hoydal, Karsten Hansen og Annlis Bjarkhamar vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 20/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
    §§ 1 og 2 samtyktar 21-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 32/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan.
    Málið beint í vinnunevndina.
  3. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 25/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og skattafyrisiting, nr. 26/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll, nr. 28/2002: Uppskot til broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (fleiri broytingar) og nr. 30/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 27. november 2002, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Ófráboðaðir spurningar.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 20/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 25/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og skattafyrisiting.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 26/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 28/2002: Uppskot til broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (fleiri broytingar)
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 30/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
  7. Svar upp á fyrispurning nr. 100-9/2002 til Bill Justinussen, landsstýrismann, frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni, viðvíkjandi sjúkrahúsverkinum.
  8. Framløga.

 Fundur lokin kl. 13.05.  

Edmund Joensen
Løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari