Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

24. fundur

Mikudagur 20. november 2002

kl. 13.30

 

Ár 2002, mikudagin 20. november kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Tórbjørn Jacobsen, Katrin Dahl Jakobsen og Jógvan á Lakjuni og landsstýrismenninir Jørgen Niclasen og Høgni Hoydal vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-25/2002 til Bill Justinussen, landstýrismann, frá Charlottu á Váli Olsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi neurologtænastuni.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 25/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og skattafyrisiting.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 26/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
    Tingmálini nr. 25/2002 og nr. 26/2002 vórðu viðgjørd undir einum.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 27/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Realurin og Íleggingargrunnurin).
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 28/2002: Uppskot til broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (fleiri broytingar)
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 29/2002: Uppskot til broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Realurin, Íleggingargrunnurin og aðrar broytingar).
    Málið beint í fíggjarnevndina.
    Tingmálini nr. 27/2002, 28/2002 og 29/2002 vórðu viðgjørd undir einum.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 30/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 31/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av kapitalvinningi.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  10. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 20/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

Tikið av dagsskrá:
Svar upp á fyrispurning nr. 100-9/2002 til Bill Justinussen, landsstýrismann, frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni, viðvíkjandi sjúkrahúsverkinum.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 22. november 2002, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 20/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 32/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  3. Framløga.

 Fundur lokin kl. 17.00.  

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari