Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

23. fundur

Týsdagur 19. november 2002

kl. 13.30

 

Ár 2002, týsdagin 19. november kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Bárður Nielsen, Katrin Dahl Jakobsen og Jógvan á Lakjuni og landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Bill Justinussen og Høgni Hoydal vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 10/2002: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 11/2002: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Liberiu.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 12/2002: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Sierra Leona.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 23/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
    Málið beint í mentanarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 24/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð.
    Málið beint í vinnunevndina.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 32/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-25/2002, til Bill Justinussen, landstýrismann, frá Charlottu á Váli Olsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi neurologtænastuni.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 20. november 2002, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-25/2002 til Bill Justinussen, landstýrismann, frá Charlottu á Váli Olsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi neurologtænastuni.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 25/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og skattafyrisiting.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 26/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 27/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Realurin og Íleggingargrunnurin).
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 28/2002: Uppskot til broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (fleiri broytingar)
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 29/2002: Uppskot til broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Realurin, Íleggingargrunnurin og aðrar broytingar).
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
    Tingmálini nr. 27, 28 og 29/2002 verða viðgjørd undir einum.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 30/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 31/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av kapitalvinningi.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  10. Svar upp á fyrispurning nr. 100-9/2002 til Bill Justinussen, landsstýrismann, frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni, viðvíkjandi sjúkrahúsverkinum.
  11. Framløga.

Fundur lokin kl. 18.10.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari