Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

22. fundur

Mikudagur 13. november 2002

kl. 13.30

 

Ár 2002, mikudagin 13. november kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Bárður Nielsen og Rúni Hentze, Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 8/2002: Uppskot til samtyktar um ILO sáttmála nr. 164 um heilsuvernd og læknaviðgerð av sjófólki.
    Uppskot til samtyktar samtykt 27-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 9/2002: Uppskot til samtyktar um Altjóða Sáttmálan um Oljudálkingartilbúgving, Atgerðir og Samstarv, 1990.
    Uppskot til samtyktar samtykt 28-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 10/2002: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola.
    §§ 1 – 6 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 11/2002: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Liberiu.
    §§ 1 – 5 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 12/2002: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Sierra Leona.
    §§ 1 – 4 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 21/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um rentustuðul.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 22/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
    Tingmálini nr. 21/2002 og nr. 22/2002 vórðu viðgjørd undir einum.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 18/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um royndarskipan við dagtilhaldi fyri fjølbrekað børn úr Nes og Runavíkar kommunu.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 19/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  11. 1. viðgerð av tingmáli nr. 20/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
    Tingmálini nr.19/2002 og nr. 20/2002 vórðu viðgjørd undir einum.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 19. november 2002, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 10/2002: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 11/2002: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Liberiu.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 12/2002: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Sierra Leona.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 23/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 24/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 32/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  7. Framløga.

 Fundur lokin kl. 17.55. 

Edmund Joensen
Løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari