Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

21. fundur

Týsdagur 12. november 2002

kl. 13.30

Ár 2002, týsdagin 12. november kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Marjus Dam, Rúni Hentze og Vilhelm Johannesen, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður vóru ikki á fundi.

Farloyvi:
Skriv frá Jenis av Rana, dagfest 11. november 2002, við umsókn um farloyvi frá 12. november 2001, og at næsti maður á lista Miðfloksins í Suðurstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Formaðurin heitti á Alfred Olsen, Andrias Petersen og Jógvan á Lakjuni um at kanna, hvør næstvaldur er á lista Miðfloksins í Suðurstreymoyar valdømi.

Fundur niðurlagdur kl. 13.43
Fundur uppafturtikin kl. 13.50

Alfred Olsen mælti til, vegna seg sjálvan, Andrias Petersen og Jógvan á Lakjuni, at Charlotta á Váli Olsen tekur sæti á tingi fyri Jenis av Rana.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-23/2002 til Bill Justinussen, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi almennum stuðli til viðgerðar fyri barnloysi.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-24/2002 til Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann í almannamálum, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi liðugt viðgjørdum sjúklingum á psykiatrisku deildunum á Landssjúkrahúsinum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 14/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 15/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.
    Málið beint í vinnunevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 16/2002: Uppskot til løgtingslóg um val av nevndarlimum í Framtaksgrunnin.
    Málið beint í vinnunevndina.
  6. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-15/2002 frá Kristinu Háfoss, løgtingsmanni, viðvíkjandi kunngerð nr. 81 frá 27. september 2002 um svartkjaftakvotu 2002.
    Málið avgreitt.
  7. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Annlis Bjarkhamar, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 23/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 24/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð, og nr. 32/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan, og at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 25/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og skattafyrisiting, nr. 26/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll., nr. 27/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Realurin og Íleggingargrunnurin), nr. 28/2002: Uppskot til broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (fleiri broytingar), nr. 29/2002: Uppskot til broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Realurin, Íleggingargrunnurin og aðrar broytingar), nr. 30/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald, og nr. 31/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av kapitalvinningi.

Tikið aftur:
Tingmál nr. 17/2002: Uppskot til løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum, er tikið aftur, sambært skrivi frá uppskotsstillaranum, Annlis Bjarkhamar, landsstýrismanni, dagfest 12. november 2002.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 13. november 2002, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 8/2002: Uppskot til samtyktar um ILO sáttmála nr. 164 um heilsuvernd og læknaviðgerð av sjófólki.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 9/2002: Uppskot til samtyktar um Altjóða Sáttmálan um Oljudálkingartilbúgving, Atgerðir og Samstarv, 1990.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 10/2002: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 11/2002: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Liberiu.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 12/2002: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Sierra Leona.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 21/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um rentustuðul.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 22/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
    Tingmálini nr. 21/2002 og nr. 22/2002 verða viðgjørd undir einum.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 18/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um royndarskipan við dagtilhaldi fyri fjølbrekað børn úr Nes og Runavíkar kommunu.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 19/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  11. 1. viðgerð av tingmáli nr. 20/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
    Tingmálini nr.19/2002 og nr. 20/2002 verða viðgjørd undir einum.
  12. Framløga.

 Fundur lokin kl. 17.30.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari