Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

20. fundur

Fríggjadagur 8. november 2002

kl. 10.00

 

Ár 2002, fríggjadagin 8. november kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Tórbjørn Jacobsen, Kári P. Højgaard, Jákup Mikkelsen og Poul Michelsen vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atvkøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-18/2002 til Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi Hjálpartólamiðstøðini (HTM).
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. Atvkøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-19/2002 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi kommunalum partafelagi.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. Atvkøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-20/2002 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi lógini um viðgerð av persónsupplýsingum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  4. Atvkøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-21/2002 til Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikunum hjá fjølbrekaðum børnum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  5. Atvkøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-22/2002 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fiskivinnumálum, frá Kaj Leo Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi uppboðssølu av fiski.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 13/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    Málið tikið aftur av uppskotsstillarunum.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 14/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    §§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  8. Bill Justinussen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-16/2002 frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi viðgerð av sjúklingum á sjúkrahúsum uttanlands.
    Málið avgreitt.
  9. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 18/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um royndarskipan við dagtilhaldi fyri fjølbrekað børn úr Nes og Runavíkar kommunu, nr. 19/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg og nr. 20/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a., og at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 8/2002: Uppskot til samtyktar um ILO sáttmála nr. 164 um heilsuvernd og læknaviðgerð av sjófólki, nr. 9/2002: Uppskot til samtyktar um Altjóða Sáttmálan um Oljudálkingartilbúgving, Atgerðir og Samstarv, 1990, nr. 10/2002: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola, nr. 11/2002: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Liberiu og nr. 12/2002: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Sierra Leona.

Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr. 100-23/2002 til Bill Justinussen, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi almennum stuðli til viðgerðar fyri barnloysi og
nr. 100-24/2002 til Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann í almannamálum, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi liðugt viðgjørdum sjúklingum á psykiatrisku deildunum á Landssjúkrahúsinum.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 12. november 2002, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-23/2002 til Bill Justinussen, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi almennum stuðli til viðgerðar fyri barnloysi.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-24/2002 til Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann í almannamálum, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi liðugt viðgjørdum sjúklingum á psykiatrisku deildunum á Landssjúkrahúsinum.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 14/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 15/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 16/2002: Uppskot til løgtingslóg um val av nevndarlimum í Framtaksgrunnin.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 17/2002: Uppskot til løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  7. Svar upp á fyrispurning nr. 100-15/2002 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í sjó- og fiskivinnumálum, frá Kristinu Háfoss, løgtingsmanni, viðvíkjandi kunngerð nr. 81 frá 27. september 2002 um svartkjaftakvotu 2002.
  8. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 13.15.  

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari