Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

19. fundur

Mikudagur 6. november 2002

kl. 13.30

 

Ár 2002, mikudagin 6. november kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Tórbjørn Jacobsen og Poul Michelsen vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-17/2002 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Grundlógarnevndini og arbeiði hennara.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/2002: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2002 – 2.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-13/2002 frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi navnalógini og kunngerð um uppkalling.
    Málið avgreitt.
  5. Annlis Bjarkhamar, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-11/2002 frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi út- og nýbygging av miðnámsskúlunum.
    Málið avgreitt.
  6. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Kristian Magnussen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 15/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, at Johan Dahl, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin hevur lagt fram tingmál nr. 16/2002: Uppskot til løgtingslóg um val av nevndarlimum í Framtaksgrunnin, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 17/2002:Uppskot til løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum, at Heðin Mortensen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin, hevur lagt fram tingmálini nr. 21/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um rentustuðul, og nr. 22/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald, og at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 13/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald, og nr. 14/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.

Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr. 100-18/2002 til Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi Hjálpartólamiðstøðini (HTM),
nr. 100-19/2002 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi kommunalum partafelagi,
nr. 100-20/2002 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi lógini um viðgerð av persónsupplýsingum,
nr. 100-21/2002 til Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikunum hjá fjølbrekaðum børnum, og
nr. 100-22/2002 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fiskivinnumálum, frá Kaj Leo Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi uppboðssølu av fiski.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 8. november 2002, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. Atvkøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-18/2002 til Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi Hjálpartólamiðstøðini (HTM).
  2. Atvkøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-19/2002 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi kommunalum partafelagi.
  3. Atvkøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-20/2002 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi lógini um viðgerð av persónsupplýsingum.
  4. Atvkøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-21/2002 til Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikunum hjá fjølbrekaðum børnum.
  5. Atvkøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-22/2002 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fiskivinnumálum, frá Kaj Leo Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi uppboðssølu av fiski.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 13/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 14/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
  8. Svar upp á fyrispurning nr. 100-16/2002 til Bill Justinussen, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi viðgerð av sjúklingum á sjúkrahúsum uttanlands.
  9. Framløga.

Fundur lokin kl. 19.00. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari