Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

18. fundur

Fríggjadagur 25. oktober 2002

kl. 10.00

 

Ár 2002, fríggjadagin 25. oktober kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Annlis Bjarkhamar og Páll á Reynatúgvu og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 14/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/2002: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2002 – 2.
  3. Fundur niðurlagdur kl. 12.20.
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30.

    Uppskot frá Jóannes Eidesgaard um at beina málið aftur í nevnd fall 6-0-22. Uppskot landsstýrisins samtykt 27-0-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

  4. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-14/2002 frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi vali av nevndarlimum í Framtaksgrunnin.
    Málið avgreitt.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-17/2002 til Høgni Hoydal, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Grundlógarnevndini og arbeiði hennara

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 6. november 2002, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-17/2002 til Høgni Hoydal, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Grundlógarnevndini og arbeiði hennara.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/2002: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2002 – 2
  4. Svar upp á fyrispurning nr. 100-13/2002 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi navnalógini og kunngerð um uppkalling.
  5. Svar upp á fyrispurning nr. 100-11/2002, til Annlis Bjarkhamar, landsstýrismann í mentamálum, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi út- og nýbygging av miðnámsskúlunum.
  6. Framløga.

 Fundur lokin kl. 16.35. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari