Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

17. fundur

Mikudagur 23. oktober 2002

kl. 13.30

 

Ár 2002, mikudagin 23. oktober kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Lisbeth L. Petersen, Marjus Dam og Hergeir Nielsen og Annlis Bjarkhamar, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 13/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  3. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-12/2002 frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi skøkjulevnaði o.ø.
    Málið avgreitt.
  4. Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-10/2002 frá Kaj Leo Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi einskiljing av almennum fyritøkum.
    Málið avgreitt.
  5. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 14/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald, og at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 1-4/2002: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2002 – 2.

Tikið av dagsskrá:
Svar upp á fyrispurning nr. 100-13/2002 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi navnalógini og kunngerð um uppkalling.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 25. oktober 2002, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/2002: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2002 – 2.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 14/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  3. Svar upp á fyrispurningur nr. 100-14/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi vali av nevndarlimum í Framtaksgrunnin.
  4. Framløga.

 Fundur lokin kl. 19.00. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari