Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

16. fundur

Mikudagur 16. oktober 2002

kl. 13.30

 

Ár 2002, mikudagin 16. oktober kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jógvan Arge, Henrik Old, Jóanis Nielsen og Poul Michelsen, Karsten Hansen, landsstýrismaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-16/2002 til Bill Justinussen, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi viðgerð av sjúklingum á sjúkrahúsum uttanlands.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 8/2002: Uppskot til samtyktar um ILO sáttmála nr. 164 um heilsuvernd og læknaviðgerð av sjófólki.
    Málið beint í uttanlandsnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 9/2002: Uppskot til samtyktar um Altjóða Sáttmálan um Oljudálkingartilbúgving, Atgerðir og Samstarv, 1990.
    Málið beint í uttanlandsnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 10/2002: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola.
    Málið beint í uttanlandsnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 11/2002: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Liberiu.
    Málið beint í uttanlandsnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 12/2002: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Sierra Leona:
    Málið beint í uttanlandsnevndina.
    Málini nr. 10/2002, 11/2002 og 12/2002 vórðu viðgjørd undir einum.
  8. Val av nevndum, umrøddar í § 24 í tingskipanini.
    Nevndirnar, ið valdar vórðu 31. mai 2002, vórðu afturvaldar,  í rættarnevndina   varð tó Heðin Mortensen  valdur sum fastur limur  og  Johan Dahl sum varalimur.
  9. Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-8/2002 til Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi hækkingini av pensjónum.
    Málið avgreitt.
  10. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at løgtingsmenninir Marjus Dam og Jóanis Nielsen hava lagt fram tingmál nr. 13/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.

Tikið av dagsskrá:
Svar upp á fyrispurning nr. 100-10/2002 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Kaj Leo Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi einskiljing av almennum fyritøkum.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 23. oktober 2002, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 13/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  3. Svar upp á fyrispurning nr. 100-12/2002 til Høgna Hoydal, landsstýrismann í lógamálum, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi skøkjulevnaði o.ø.
  4. Svar upp á fyrispurning nr. 100-10/2002 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Kaj Leo Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi einskiljing av almennum fyritøkum.
  5. Svar upp á fyrispurning nr. 100-13/2002 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi navnalógini og kunngerð um uppkalling.
  6. Framløga.

Fundur lokin kl. 18.20. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari