Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

15. fundur

Týsdagur 15. oktober 2002

kl. 13.30

 

Ár 2002, týsdagin 15. oktober kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jógvan Arge og Poul Michelsen, Anfinn Klaksberg, løgmaður, landsstýrismenninir Karsten Hansen og Páll á Reynatúgvu og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um uppskot um at velja tingnevndirnar av nýggjum sambært § 26, stk 1 í tingskipanini.
    Eftir uppskotið frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, varð sett undir atkvøðugreiðslu uppskot um at velja tingnevndirnar av nýggjum.
    Uppskotið samtykt 28-0-0.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-15/2002 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í sjó- og fiskivinnumálum, frá Kristinu Háfoss, løgtingsmanni, viðvíkjandi kunngerð nr. 81 frá 27. september 2002 um svartkjaftakvotu 2002.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 6/2002: Uppskot til samtyktar um troling innan fyri 12 fjórðingar úr strondum Føroya.
    Málið beint í vinnunevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 7/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um striking av skuld til Interkommunala Renovatiónsfelagsskapin.
  5. Málið verður beint í fíggjarnevndina.

Tikið av dagsskrá:
Svar upp á fyrispurning nr. 100-8/2002 til Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi hækkingini av pensjónum.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-16/2002 til Bill Justinussen, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi viðgerð av sjúklingum á sjúkrahúsum uttanlands.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 16. oktober 2002, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Val av nevndum, umrøddar í § 24 í tingskipanini.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-16/2002 til Bill Justinussen, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi viðgerð av sjúklingum á sjúkrahúsum uttanlands.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 8/2002: Uppskot til samtyktar um ILO sáttmála nr. 164 um heilsuvernd og læknaviðgerð av sjófólki.
    Málið verður beint í uttanlandsnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 9/2002: Uppskot til samtyktar um Altjóða Sáttmálan um Oljudálkingartilbúgving, Atgerðir og Samstarv, 1990.
    Málið verður beint í uttanlandsnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 10/2002: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 11/2002: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Liberiu
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 12/2002: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Sierra Leona
    Tingmálini nr. 10/2002, 11/2002 og 12/2002 verða viðgjørd undir einum og beind í uttanlandsnevndina.
  9. Svar upp á fyrispurning nr. 100-8/2002 til Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi hækkingini av pensjónum.
  10. Svar upp á fyrispurning nr. 100-10/2002 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Kaj Leo Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi einskiljing av almennum fyritøkum.
  11. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 17.30. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari