Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

13. fundur

Mánadagur 30. september 2002

kl. 13.30

 

Ár 2002, mánadagin 30. september kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Edmund Joensen, Lisbeth L. Petersen, Bárður Nielsen, Hergeir Nielsen, Rúni Hentze, Tórbjørn Jacobsen, Andrias Petersen, Jóannes Eidesgaard, Jóanis Nielsen og Jenis av Rana, Anfinn Kallsberg, løgmaður, landsstýrismenninir Høgni Hoydal og Annlis Bjarkhamar og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 1-1/2002: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2003 og nr. 1-4/2002: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2002 – 2.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-14/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi vali av nevndarlimum í Framtaksgrunnin.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 8. oktober 2002, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-14/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi vali av nevndarlimum í Framtaksgrunnin.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/2002: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2003.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/2002: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2002 – 2.
  4. Framløga.

 Fundur lokin kl. 13.40. 

Vilhelm Johannesen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari