Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

12. fundur

Mikudagur 25. september 2002

kl. 13.30

 

Ár 2002, mikudagin 25. september kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Tórbjørn Jacobsen, Vilhelm Johannesen, Heðin Zachariasen og Jógvan við Keldu og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-9/2002 til Bill Justinussen, landsstýrismann, frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni, viðvíkjandi sjúkrahúsverkinum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-10/2002 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Kaj Leo Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi einskiljing av almennum fyritøkum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  4. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-11/2002, til Annlis Bjarkhamar, landsstýrismann í mentamálum, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi út- og nýbygging av miðnámsskúlunum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  5. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-12/2002 til Høgna Hoydal, landsstýrismann í lógamálum, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi skøkjulevnaði o.ø.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  6. Atkvøðugreiðsla um Fyrispurning nr. 100-13/2002 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi navnalógini og kunngerð um uppkalling.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  7. Val av nevningagrundlistanevndum.
    Vald vórðu:

    Norðoya sýsla:
    1. Andrea Løve Jacobsen, Klaksvík
    2. Jóna Olsen, Klaksvík
    3. Jógvan Vágsheyg, Klaksvík
    4. John W. Joensen, Klaksvík
    5. Hanna Adam, Klaksvík

    Eysturoyar sýsla:
    1. Anna Berg, Skála
    2. Helena Eliasen, Toftir
    3. Maria Jacobsen, Glyvrar
    4. Selinda í Heiðinum, Runavík
    5. Eilif Debes, Oyri

    Streymoyar sýsla:
    1. Heðin Olsen, Haldarsvík
    2. Gisleyg Dahl Bonde, Tórshavn
    3. Jákup Símun Simonsen, Hoyvík
    4. Dánjal Jákup í Brekkunum, Hósvík
    5. Álvur Kirke, Kalbak

    Vága sýsla:
    1. Árni Jacobsen, Miðvágur
    2. Súsanna Olsen, Sandavágur
    3. Hans Arni Nielsen, Sandavágur
    4. Marianna Simonsen, Miðvágur
    5. Jacobina Petersen, Miðvágur

    Sandoyar sýsla:
    1. Anna Horn, Sandur
    2. Palli Dalsgaard, Skálavík
    3. Herman Winther, Skopun
    4. Hansa Olsen, Húsavík
    5. Eyðun Poulsen, Skopun

    Suðuroyar sýsla:
    1. Aksel Poulsen, Sumba
    2. Tórleif Augustinussen, Vági
    3. Palli Jacobsen, Vági
    4. Marjun Olsen, Øravíkslíð, Øravík
    5. Hervør Svalbard, Trongisvágur
  8. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-6/2002 frá Nikláa Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikanum hjá sjófólki á fjarleiðum at hoyra Útvarp Føroya.
    Málið avgreitt.
  9. Bill Justinussen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-7/2002 frá Johan Dahl, løgtingsmanni, viðvíkjandi Sjúklingahotellinum HOTEL TÓRSHAVN í Keypmannahavn.
    Málið avgreitt.

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin, 30. september 2002, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Framløga.

 Fundur lokin kl. 17.00. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari