Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

7. fundur

Týsdagur 3. september 2002

kl. 13.30

 

Ár 2002, týsdagin 3. september kl.13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Hergeir Nielsen, Jákup Mikkelsen, Poul Michelsen og Jógvan við Keldu, og Eyðun Elttør, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-1/2002 frá Marjus Dam, løgtingsmanni, viðvíkjandi útbjóðing av Bygdaleiðum.
    Málið avgreitt.
  2. Annlis Bjarkhamar, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-2/2002 frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi yvirtøku av fólkakirkjuni.
    Málið avgreitt.
  3. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-3/2002 frá Johan Dahl, løgtingsmanni, viðvíkjandi asfaltering av havnaøkinum á Drelnesi.
    Málið avgreitt.
  4. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at tingmenninir Johan Dahl og Henrik Old hava lagt fram tingmálini nr. 1-3/2002: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2002, og nr. 3/2002: Uppskot til løgtingslóg um útbygging av havnini í Vági, at tingmenninir Jógvan við Keldu og Jóannes Eidesgaard hava lagt fram tingmál nr. 4/2002: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2001 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2001, og at tingmenninir Jógvan á Lakjuni, Heðin Mortensen, Rúni Hentze, Henrik Old, Kári P. Højgaard og Jenis av Rana hava lagt fram tingmál nr. 5/2002: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2001 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2001.

Tikið av dagsskrá:
Svar upp á fyrispurning nr. 100-4/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í samferðslumálum, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi lógini um fólka- og farmaflutning, og svar upp á fyrispurning nr. 100-5/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í samferðslumálum, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi sigling í verkfalsføri.

Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr. 100-6/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Nikláa Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikanum hjá sjófólki á fjarleiðum at hoyra Útvarp Føroya,
nr. 100-7/2002 til Bill Justinussen, landsstýrismann, frá Johan Dahl, løgtingsmanni, viðvíkjandi Sjúklingahotellinum HOTEL TÓRSHAVN í Keypmannahavn, og
nr. 100-8/2002 til Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi hækkingini av pensjónum.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 4. september 2002, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-6/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Nikláa Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikanum hjá sjófólki á fjarleiðum at hoyra Útvarp Føroya.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-7/2002 til Bill Justinussen, landsstýrismann, frá Johan Dahl, løgtingsmanni, viðvíkjandi Sjúklingahotellinum HOTEL TÓRSHAVN í Keypmannahavn.
  4. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-8/2002 til Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi hækkingini av pensjónum.
  5. Svar upp á fyrispurning nr. 100-4/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í samferðslumálum, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi lógini um fólka- og farmaflutning.
  6. Svar upp á fyrispurning nr. 100-5/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í samferðslumálum, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi sigling í verkfalsføri.
  7. Framløga.

 Fundur lokin kl. 18.05. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari