Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

5. fundur

Mánadagur 12. august 2002

kl. 10.00

 

Ár 2002, mánadagin 12. august kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Marjus Dam, Bárður Nielsen og Jóanis Nielsen, og landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Karsten Hansen og Annlis Bjarkhamar vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-3/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Johan Dahl, løgtingsmanni, viðvíkjandi asfaltering av havnaøkinum á Drelnesi.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-4/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í samferðslumálum, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi lógini um fólka- og farmaflutning.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 2/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
    Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til § 1, nr. 2 samtykt 25-2-1. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-2/2002: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2002.
    Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til § 8, 8.21.3.01 og § 20, 20.52.3.01 og 20.52.3.04 samtykt 28-1-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  5. Frávik.
    Formaðurin boðaði frá, at tingmenninir Óli Breckmann, Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen, Kristina Háfoss, Kaj Leo Johannesen, Rúni Hentze, Andrias Petersen, Kári P. Højgaard, Gerhard Lognberg, Heðin Zachariasen, Marjus Dam, Poul Michelsen, Kristian Magnussen, Henrik Old, Jógvan Arge, Niklái Petersen, Heini O. Heinesen, Tórbjørn Jacobsen, Katrin Dahl Jakobsen, Jógvan á Lakjuni, Alfred Olsen, Hergeir Nielsen, Jenis av Rana og Jóannes Eidesgaard hava heitt á tingformannin um at gera frávik í tíðarfreistini, sambært § 85 í tingskipanini, millum 2. og 3. viðgerð av tingmálunum nr. 2/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, og nr 1-2/2002: Uppskot til eykajáttanarlløgtingsóg fyri august 2002 soleiðis, at málini kunnu verða endaliga avgreidd frá tinginum í dag, mánadagin tann 12. august 2002.
    Samtykt 29-0-0.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-5/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í samferðslumálum, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi sigling í verkfalsføri

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin, 12. august 2002, kl. 11.20, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-5/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í samferðslumálum, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi sigling í verkfalsføri.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 2/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-2/2002: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg august 2002.
  4. Framløga.

 Fundur lokin kl. 11.10. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari