Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

4. fundur

Fríggjadagur 9. august 2002

kl. 16.00

Ár 2002, fríggjadagin 9. august kl. 16.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Heðin Mortensen, Johan Dahl, Bárður Nielsen, Annita á Fríðriksmørk, Hergeir Nielsen, Rúni Hentze, Andrias Petersen, Jóannes Eidesgaard, Jenis av Rana, Jákup Mikkelsen, Jóanis Nielsen, Heðin Zachariasen og Jógvan við Keldu, Anfinn Kallsberg, løgmaður, landsstýrismenninir Bjarni Djurholm, Eyðun Elttør, Bill Justinussen, Karsten Hansen, Annlis Bjarkhamar og Páll á Reynatúgvu, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmál nr. 2/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, og at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 1-2/2002: Uppskot til eykajáttanarlóg august 2002.

Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr. 100-3/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Johan Dahl, løgtingsmanni, viðvíkjandi asfaltering av havnaøkinum á Drelnesi, og
nr. 100-4/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í samferðslumálum, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi lógini um fólka- og farmaflutning.

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin, 12. august 2002, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-3/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Johan Dahl, løgtingsmanni, viðvíkjandi asfaltering av havnaøkinum á Drelnesi.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-4/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í samferðslumálum, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi lógini um fólka- og farmaflutning
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 2/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-2/2002: Uppskot til eykajáttanarlóg august 2002.
  5. Framløga.

Fundur lokin kl. 16.10.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari