Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

3. fundur

Mikudagur 7. august 2002

kl. 10.00

 

Ár 2002, mikudagin 7. august kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-1/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, frá Marjus Dam, løgtingsmanni, viðvíkjandi útbjóðing av Bygdaleiðum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-2/2002 til Annlis Bjarkhamar, landsstýrismann, frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi yvirtøku av fólkakirkjuni.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 2/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
  4. Fundur niðurlagdur kl. 12.10.
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30

    Málið beint í vinnunevndina.

  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-2/2002: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2002.
    Málið beint í fíggjarnevndina.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 9. august 2002, kl. 16.00, við hesi dagsskrá:

  1. Framløga.

Fundur lokin kl. 18.20.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari