Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001 | ||
81. fundur |
Fríggjadagur 15. mars. 2002 |
kl. 12.40 |
Ár 2002, fríggjadagin 15. mars, kl. 12.40, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.
Løgtingsmenninir Finnbogi Arge og Jenis av Rana, Anfinn Kallsberg, løgmaður og Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
Formaðurin boðaði frá, at nú eru ikki fleiri mál at viðgera, og um einki serligt mál kemur, so verður ikki tingfundur aftur fyrr enn nývalda Løgtingið kemur saman 15. mai 2002.
Formaðurin segði, at tingið síðani á ólavsøku 2001 hevur havt 81 fundir.
116 mál eru framløgd, íroknað 8 frágreiðingar sambært § 51 í tingskipanini. 6
mál eru tikin aftur, og 19 mál eru ikki komin aftur úr nevnd. Hini málini eru øll
avgreidd frá tinginum. 55 skrivligir fyrispurningar eru settir og svaraðir. 87 munnligir
fyrispurningar eru settir og svaraðir.Ófráboðaðir fyrispurningar vóru á dagsskrá
á 9 fundum. Fíggjarnevndin hevur havt 40 fundir.Uttanlandsnevndin hevur havt 17 fundir.
Landsstýrismálanevndin hevur havt 11 fundir.Vinnunevndin hevur havt 27
fundir.Trivnaðarnevndin hevur havt 11 fundir.Mentanarnevndin hevur havt 8
fundir.Rættarnevndin hevur havt 11 fundir.
Formaðurin takkaði fyri góðan tingsið og gott samstarv tvørtur um floksmørk. Formaðurin takkaði fyri seg, og ynskti gott val.
Fundur lokin kl. 12.45.
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari