Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

79. fundur

Fríggjadagur 15. mars 2002

kl. 10.00

 

Ár 2002, fríggjadagin 15. mars, kl. 10.00, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Finnbogi Arge, løgtingsmaður og Høgni Hoydal, landsstýrismaður vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2002 – 2.
    Broytingaruppskot frá Hans Paula Strøm, Inga Olsen, Jóanis Nielsen, Alfred Olsen, Marjus Dam, Kára P. Højgaard, Jógvan Durhuus og Jenis av Rana til § 7.7.23.3.08 samtykt 23-1-7. Broytingaruppskot frá Kára P. Højgaard, Jógvan á Lakjuni, Dan R. Petersen, Alfred Olsen, Signar á Brúnni og Edmund Joensen til § 7.7.24.5.09 samtykt 23-3-5. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 25-4-2.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-8/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002 – 2.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002 – 3.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-2-1.
    Málið avgreitt.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 55/2001: Uppskot til løgtingslóg um útbúgvingar innan fiskiídnað og havbúnað.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-1-0.
    Málið avgreitt.
  6. 3. viðgerð av tingmáli nr. 56/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
    Málið avgreitt.
  7. 3. viðgerð av tingmáli nr. 65/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-2-8.
    Málið avgreitt.
  8. 3. viðgerð av tingmáli nr. 67/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 16-0-14.
    Málið avgreitt.
  9. 3. viðgerð av tingmáli nr. 68/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin).
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-2.
    Málið avgreitt.
  10. 3. viðgerð av tingmáli nr. 75/2001: Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2002".
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 16-1-14.
    Málið avgreitt.
  11. 3. viðgerð av tingmáli nr. 82/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.
  12. 3. viðgerð av tingmáli nr. 94/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-4-1.
    Málið avgreitt.
  13. 3. viðgerð av tingmáli nr. 95/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.
  14. 3. viðgerð av tingmáli nr. 98/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studning til skipasmiðjur.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-3-2.
    Málið avgreitt.
  15. 3. viðgerð av tingmáli nr. 99/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ymiskar broytingar í "lov om erhvervsfremme og lov om Dansk Eksportkreditfond m.v.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
    Málið avgreitt.
  16. 3. viðgerð av tingmáli nr. 102/2001: Uppskot til løgtingslóg um stuðul at útbyggja havnina í Vági.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-3-0.
    Málið avgreitt.
  17. 3. viðgerð av tingmáli nr. 104/2001: Uppskot til løgtingslóg um frískúlar.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-3-0.
    Málið avgreitt.
  18. 3. viðgerð av tingmáli nr. 106/2001: Uppskot til løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð.
    Broytingaruppskot frá Jógvan á Lakjuni, Alfred Olsen, Dan R. Petersen, Signar á Brúnni, Kári P. Højgaard og Edmund Joensen til § 1 samtykt 27-4-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 28-3-0.
    Málið avgreitt.
  19. Serlig fráboðan sambært § 51, stk. 3 í tingskipanini.
    Anfinn Kalsberg, løgmaður, fekk orðið og boðaði frá, at hann mánadagin 18. mars 2002 fer at útskriva val til Løgtingið at verða 30. apríl 2002. Løgmaður takkaði tinginum fyri gott samstarv.

Fundur niðurlagdur kl. 12.00
Fundur uppafturtikin kl. 12.30.

  1. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 86/2001: Uppskot til løgtingslóg um fólkanøvn.

Tikið aftur:
Formaðurin boðaði frá, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í skrivi 15. mars 2002, hevur tikið aftur tingmál nr. 13/2001: Uppskot til løgtingslóg um fólkanøvn.

Frávik:
Formaðurin boðaði frá, at tingmenninir Helena Dam á Neystabø, Rúna Sivertsen, Alfred Olsen, Hans Pauli Strøm, Eyðun Viderø og Signar á Brúnni høvdu heitt á tingformannin um at vikið verður frá tiðarfreistunum í tingskipanini sambært § 85 í tingskipanini á øllum viðgerðarstigum av tingmáli nr. 86/2001: Uppskot til løgtingslóg um fólkanøvn. Samtykt 27-1-2.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 15. mars 2002 kl. 12.35 við hesi dagsskrá:

1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 86/2001: Uppskot til løgtingslóg um fólkanøvn.

 

Fundur lokin kl. 12.34. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari