Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

78. fundur

Hósdagur 14. mars 2002

kl. 13.30

 

Ár 2002, hósdagin 14. mars, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Hans Pauli Strøm og Helena Dam á Neystabø vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 63/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-1-0.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 73/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 83/2001: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um forboð móti handli v.m. við Serbia og Montenegro.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-1-0.
    Málið avgreitt.
  4. Framhaldandi 3. viðgerð av tingmáli nr. 27/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutrygging v.m. (rentutryggingarlógin).
    Uppskot frá Finnboga Ísakson um at beina málið aftur í nevnd fall 10-0-20. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til §§ 1 og 2 samtykt 24-1-5. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 21-1-8.
    Málið avgreitt.
  5. Framhaldandi 3. viðgerð av tingmáli nr. 38/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
    Uppskot frá Lisbeth L. Petersen um at beina málið aftur í nevnd samtykt 21-1-8. Málið beint aftur í fíggjarnevndina.
  6. Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-51/2001 frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi bíðitíð til viðgerðar á føroyska sjúkrahúsverkinum.
    Málið avgreitt.
  7. Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði fyrispurningo nr. 100-53/2001 frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi heildarveitingini og NATO.
    Málið avgreitt.
  8. Óli Holm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-52/2001 frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi tilmælinum um sernámsfrøði.
    Málið avgreitt.
  9. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-54/2001 frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi sambandinum við Fámjin.
    Málið avgreitt.
  10. Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-55/2001 frá Edmundi Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi løgtingsfíggjarlógini og eykajáttanum.
    Málið avgreitt.

Tikið aftur:
Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, í skrivi, dagfest 14. mars 2002, hevur tikið tingmál nr. 38/200: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) aftur.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 15. mars 2002 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2002 – 2.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-8/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002 – 2.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002 – 3.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 13/2001: Uppskot til løgtingslóg um fólkanøvn.
  6. 3. viðgerð av tingmáli nr. 55/2001: Uppskot til løgtingslóg um útbúgvingar innan fiskiídnað og havbúnað.
  7. 3. viðgerð av tingmáli nr. 56/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
  8. 3. viðgerð av tingmáli nr. 65/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
  9. 3. viðgerð av tingmáli nr. 67/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
  10. 3. viðgerð av tingmáli nr. 68/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin).
  11. 3. viðgerð av tingmáli nr. 75/2001: Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2002".
  12. 3. viðgerð av tingmáli nr. 82/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
  13. 3. viðgerð av tingmáli nr. 94/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m.
  14. 3. viðgerð av tingmáli nr. 95/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
  15. 3. viðgerð av tingmáli nr. 98/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studning til skipasmiðjur.
  16. 3. viðgerð av tingmáli nr. 99/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ymiskar broytingar í "lov om erhvervsfremme og lov om Dansk Eksportkreditfond m.v.
  17. 3. viðgerð av tingmáli nr. 102/2001: Uppskot til løgtingslóg um stuðul at útbyggja havnina í Vági.
  18. 3. viðgerð av tingmáli nr. 104/2001: Uppskot til løgtingslóg um frískúlar.
  19. 3. viðgerð av tingmáli nr. 106/2001: Uppskot til løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð.
  20. Framløga.

 Fundur lokin kl. 18.50. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari