Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

77. fundur

Mikudagur 13. mars 2002

kl. 10.00

 

Ár 2002, mikudagin 13. mars, kl. 10.00, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 61/2001: Uppskot til løgtingslóg um barnaumboðsmann.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum í trivnaðarnevndini, Páll á Reynatúgvu og Finni Helmsdal, til § 4 fall 10-0-19. §§ 1 til og við 10 fullu 10-0-19. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 76/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt.
    §§ 1 og 2 fullu 8-0-22. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 89/2001: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av várgýtandi norðhavssild í 2002.
    Uppskot til samtyktar samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 90/2001: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av makrelstovninum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2002.
    Uppskot til samtyktar samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 55/2001: Uppskot til løgtingslóg um útbúgvingar innan fiskiídnað og havbúnað.
    §§ 1 til og við 18 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 95/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
    Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til § 1 samtykt 30-0-0.
    Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 66/2001: Uppskot til samtyktar um at umskipa Føroya Lívstrygging, so at tryggingartakararnir fáa fulla ávirkan og innlit.
    Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini, Heina O. Heinesen, Alfred Olsen, Henrik Old, Dan Reinert Petersen og Kára P. Højgaard, til uppskotið til samtyktar samtykt 25-5-0. Uppskot til samtyktar soleiðis broytt samtykt 24-6-0.
    Málið avgreitt.
  8. 2. viðgerð av tingmáli 94/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m.
    §§ 1 og 2 samtyktar 27-1-2. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 99/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ymiskar broytingar í "lov om erhvervsfremme og lov om Dansk Eksportkreditfond m.v.
    Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-5/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2002.
    Uppskotið fall 14-1-14. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  11. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2002 – 2.
    Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd samtykt 30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  12. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002.
    Uppskotið samtykt 30-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  13. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-8/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002 – 2.
    Uppskotið samtykt 19-0-9. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  14. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002 – 3.
    Broytingaruppskot frá Hergeir Nielsen, Jóanis Nielsen og Signar á Brúnni samtykt 24-5-2. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-4-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  15. 2. viðgerð av tingmáli nr. 67/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
  16. Fundur niðurlagdur kl. 12.05.
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30.

  17. Ófráboðaðir fyrispurningar.
  18. Framhaldandi 2. viðgerð av tingmáli nr. 67/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
    §§ 1 og 2 samtyktar 17-1-13. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  19. 2. viðgerð av tingmáli nr. 68/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin).
    Broytingaruppskot frá Jóannes Eidesgaard og Lisbeth L. Petersen til § 1, nr. 1 samtykt 21-2-8. Broytingaruppskot frá Óla Breckmann, Jóannes Eidesgaard og Lisbeth L. Petersen til § 1, nr. 2 samtykt 29-0-2. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-2. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  20. 2. viðgerð av tingmáli nr. 82/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
    §§ 1 og 2 samtyktar 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  21. 2. viðgerð av tingmáli nr. 75/2001: Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2002".
    Broytingaruppskot frá Jóannes Eidesgaard til ríkislógartilmæli fall 7-0-22. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 16-0-13. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  22. 2. viðgerð av tingmáli nr. 88/2001: Uppskot til til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    §§ 1 og 2 fullu 7-2-20. Uppskotið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  23. 2. viðgerð av tingmáli nr. 65/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
    Broytingaruppskot frá Henrik Old og Dan R. Petersen til § 1 fall 8-0-21. Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini, Heina O. Heinesen, Alfred Olsen, Jógvan á Lakjuni, Inga Olsen, Dan Reinert Petersen og Kára P. Højgaard til §§ 1 og 2 samtykt 25-4-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 25-4-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  24. 2. viðgerð av tingmáli nr. 98/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studning til skipasmiðjur.
    §§ 1 og 2 samtyktar 15-11-3. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  25. 2. viðgerð av tingmáli nr. 102/2001: Uppskot til løgtingslóg um stuðul at útbyggja havnina í Vági.
    §§ 1 og 2 samtyktar 20-8-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  26. 2. viðgerð av tingmáli nr. 106/2001: Uppskot til løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð.
    Broytingaruppskot I frá meirilutanum í vinnunevndini, Heina O. Heinesen, Alfred Olsen, Jógvan á Lakjuni, Inga Olsen, Dan Reinert Petersen og Kára P. Højgaard til §§ 1 og 2 fall 7-6-17. Broytingaruppskot II frá meirilutanum í vinnunevndini, Heina O. Heinesen, Alfred Olsen, Jógvan á Lakjuni, Inga Olsen, Dan Reinert Petersen og Kára P. Højgaard til §§ 1, 3 og 7 samtykt 23-5-2. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-3-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  27. 2. viðgerð av tingmáli nr. 13/2001: Uppskot til løgtingslóg um fólkanøvn.
    Broytingaruppskot frá meirilutanum í rættarnevndini, Helenu Dam á Neystabø, Hans Paula Strøm, Alfred Olsen, Rúnu Sivertsen og Eyðun Viderø til §§ 1, 2 og 21 samtykt 16-3-8. Broytingaruppskot frá samdari rættarnevnd til § 20 samtykt 27-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 19-0-8. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  28. 2. viðgerð av tingmáli nr. 87/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.
    Heðin Mortensen og Finnur Helmsdal boðaðu frá, at teir tóku seg burtur úr meirilutanum í broytingaruppskotinum frá mentanarnevndini. Broytingaruppskot frá minnilutanum í mentanarnevndini, Jóanis Nielsen, Katrin Dahl Jakobsen, og Jenis av Rana til § 2 fall 11-0-17. §§ 1 og 2 fullu 9-2-17. Uppskotið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  29. 2. viðgerð av tingmáli nr. 104/2001: Uppskot til løgtingslóg um frískúlar.
    Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til § 4 samtykt 20-4-3. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  30. Framløga
    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit II í tingmálunum nr. 27/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutrygging v.m. (rentutryggingarlógin) og nr. 38/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).

Tikið av dagsskrá:
Aðalorðaskifti um løgtingsmál nr. 101-8/2001: Frágreiðing sambært §51, stk. 4 í tingskipanini frá landsstýrismanninum í oljumálum um oljumál.

Tikið aftur:
Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, í skrivi dagfest 13. mars 2002 hevur tikið tingmál nr. 1-10/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002 – 4 aftur, og at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í skrivi 13. mars 2002 hevur tikið tingmál nr. 32/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om behandling af personoplysninger" aftur.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 14. mars 2002 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 63/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 73/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 83/2001: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um forboð móti handli v.m. við Serbia og Montenegro.
  4. Framhaldandi 3. viðgerð av tingmáli nr. 27/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutrygging v.m. (rentutryggingarlógin)
  5. Framhaldandi 3. viðgerð av tingmáli nr. 38/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
  6. Svar upp á fyrispurning nr. 100-51/2001 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi bíðitíð til viðgerðar á føroyska sjúkrahúsverkinum.
  7. Svar upp á fyrispurning nr. 100-52/2001 til Óla Holm, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi tilmælinum um sernámsfrøði.
  8. Svar upp á fyrispurning nr. 100-53/2001 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi heildarveitingini og NATO.
  9. Svar upp á fyrispurning nr. 100-54/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinumálum, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi sambandinum við Fámjin.
  10. Svar upp á fyrispurning nr. 100-55/2001 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Edmundi Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi løgtingsfíggjarlógini og eykajáttanum.
  11. Framløga.

 Fundur lokin kl. 21.45. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari