Gerðabók
Løgtingsins fyri tingsetuna 2001 |
76. fundur |
Týsdagur 12. mars 2002 |
kl. 10.00 |
Ár 2002, týsdagin 12. mars, kl. 10.00, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.
Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður, og landsstýrismenninir Bjarni Djurholm og Sámal
Petur í Grund vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 54/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av
almannaveitingum.
Broytingaruppskot frá Helenu Dam á Neystabø, Hans Paula Strøm, Kristian Magnussen,
Marjus Dam og Jenis av Rana til § 1, nr. 2 fall 14-0-16. Uppskotið, sum
samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
Málið avgreitt.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 32/2001:
Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om
behandling af personoplysninger".
Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 31-0-0. Uppskotið fer
soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. nr. 56/2001: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
§§ 1 og 2 samtyktar 31-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
58/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
§§ 1 og 2 fullu 14-1-15.
Málið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 59/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um rentustuðul.
§§ 1 og 2 fullu 12-2-16.
Málið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
63/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya
Løgting.
§§ 1 og 2 samtyktar 28-1-1.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
73/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av
motorakførum v.m.
§§ 1 og 2 samtyktar
30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
83/2001: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um forboð móti
handli v.m. við Serbia og Montenegro.
§§ 1 og 2 samtyktar
29-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 85/2001:
Grannskoðan av almennum roknskapum landsroknskapurin fyri fíggjarárið 2000.
Uppskot til samtyktar samtykt
30-0-0.
Málið avgreitt.
- Óli Holm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-47/2001
frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi Fróðskaparsetri Føroya.
Málið avgreitt.
Fundur niðurlagdur kl. 11.50.
Fundur uppafturtikin kl. 13.30.
- Aðalorðaskifti um løgtingsmál nr.
101-7/2001: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini frá
landsstýrismanninum í mentamálum um mentan og menning.
Málið avgreitt.
Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 12. mars 2002 kl. 10.00 við hesi
dagsskrá:
Ófráboðaðir fyrispurningar verða kl. 13.30
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 61/2001:
Uppskot til løgtingslóg um barnaumboðsmann.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 76/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 89/2001:
Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av várgýtandi
norðhavssild í 2002.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 90/2001:
Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av makrelstovninum í
landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2002.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 55/2001:
Uppskot til løgtingslóg um útbúgvingar innan fiskiídnað og havbúnað.
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
95/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 66/2001:
Uppskot til samtyktar um at umskipa Føroya Lívstrygging, so at tryggingartakararnir fáa
fulla ávirkan og innlit.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 94/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 99/2001:
Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ymiskar broytingar í
"lov om erhvervsfremme og lov om Dansk Eksportkreditfond m.v.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-5/2001:
Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2002.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2001:
Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2002 2.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/2001:
Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-8/2001:
Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002 2.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/2001:
Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002 3.
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
67/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og
kommunuskatt (Skattalógin).
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 68/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
(Ásetingarlógin).
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 82/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
75/2001: Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov
om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2002".
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 88/2001:
Uppskot til til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 65/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 98/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studning til skipasmiðjur.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 102/2001:
Uppskot til løgtingslóg um stuðul at útbyggja havnina í Vági.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 106/2001:
Uppskot til løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 13/2001:
Uppskot til løgtingslóg um fólkanøvn.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 87/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 104/2001: Uppskot
til løgtingslóg um frískúlar.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-10/2001:
Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002 4.
- Aðalorðaskifti um løgtingsmál nr.
101-8/2001: Frágreiðing sambært §51, stk. 4 í tingskipanini frá
landsstýrismanninum í oljumálum um oljumál til aðalorðaskiftis.
- Framløga
Fundur lokin kl. 16.35.
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari