Gerðabók
Løgtingsins fyri tingsetuna 2001 |
70. fundur |
Mánadagur 4. mars 2002 |
kl. 13.30 |
Ár 2002, mánadagin 4. mars, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.
Løgtingsmenninir Finnbogi Arge, Jógvan við Keldu, Hans Pauli Strøm, Heðin
Mortensen, Helena Dam á Neystabø og Jógvan Durhuus, og
landsstýrismenninir Óli Holm og Eyðun Elttør vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-55/2001
til Anfinn Kalsberg, løgmann, frá Edmund Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi
løgtingsfíggjarlógini og eykajáttanum.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 62/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í lógarkunngerð um barnaforsorg.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0.
Málið avgreitt.
- 1. viðgerð av tingmáli nr.
70/2001: Uppskot til løgtingslóg um skyldu arbeiðsgevaranna at boða løntakarunum
frá um setanartreytir teirra.
Málið beint í vinnunevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 76/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt.
Málið beint í trivnaðarnevndin.
- 1. viðgerð av tingmáli nr.
71/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um
endurgjaldsábyrgd.
Málið beint í rættarnevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr.
75/2001: Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov
om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2002"
Málið beint í fíggjarnevndina.
- Framløga.
Formaðurin boðaði frá, at
Edmund Joensen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin, hevur lagt fram tingmál
nr.
84/2001: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi fjarfiskiflotanum 2002.
- Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin, hevur lagt fram
tingmál nr. 87/2001: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
- Jenis av Rana, løgtingsmaður, vegna Miðflokkin, hevur lagt fram tingmálini
nr.
1-8/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002 2 og nr. 88/2001:
Uppskot til til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
- Rúna Sivertsen, Hans Pauli Strøm og Alfred Olsen, løgtingsmenn, hava lagt fram
tingmál nr. 86/2001: Uppskot
til løgtingslóg um fólkanøvn.
- Flemming Mikkelsen, Jenis av Rana, Jóannes Eidesgaard og Henrik Old, løgtingsmenn,
hava lagt fram tingmál nr. 1-7/2001: Uppskot
til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002.
- Páll á Reynatúgvu og Eyðun Viderø, løgtingsmenn, hava lagt fram tingmál
nr. 1-9/2001:
Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2002 3.
- Løgtingsgrannskoðararnir hava lagt fram tingmál nr.
85/2001: Grannskoðan av almennum roknskapum landsroknskapin fyri
fíggjarárið 2000
- Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini
nr. 83/2001:
Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg nr. 60 frá 26. mars 1993
um forboð móti handli v.m. við Serbia og Montenegro (Sambandstjóðveldið Jugoslavia),
nr.
89/2001: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av várgýtandi
norðhavssild í 2002, nr. 90/2001:
Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av makrelstovninum í
landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2002, nr.
93/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar
"Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Den Internationale
Straffedomstol" og nr. 106/2001:
Uppskot til løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð.
- Óli Holm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini
nr. 91/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um friðan av fornminnum og
bygningum, nr. 95/2001: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisskúlar, nr. 96/2001:
Uppskot til løgtingslóg um útbúgving av sjúkrasystrum, og nr. 104/2001: Uppskot
til løgtingslóg um frískúlar.
- Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram
tingmálini nr. 92/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.,
nr.
97/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í "anordning om
sygeplejersker", og nr. 105/2001:
Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram
tingmálini nr. 94/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m.,
98/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studning til
skipasmiðjur, nr.
99/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ymiskar
broytingar í "lov om erhvervsfremme og lov om Dansk Eksportkreditfond m.v., nr. 102/2001:
Uppskot til løgtingslóg um stuðul at útbyggja havnina í Vági, og nr. 103/2001:
Uppskot til løgtingslóg um avhending av almennum ognum til P/F Fiskaaling.
Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 5. mars 2002 kl. 13.30 við hesi
dagsskrá:
- Óli Holm, landsstýrismaður, leggur fram tingmál nr. 101-7/2001: Frágreiðing
sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini frá landsstýrismanninum í mentamálum um mentan
og menning.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 73/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m.
Málið verður beint í fíggjarnevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 78/2001: Uppskot
til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Liberiu.
Málið verður beint í uttanlandsnevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 79/2001:
Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í
Angola.
Málið verður beint í uttanlandsnevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr.
80/2001: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Sierra Leona.
Málið verður beint í uttanlandsnevndina.
Málini nr 78/2001, nr. 79/2001 og 80/2001 verða viðgjørd undir einum.
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-48/2001
til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni,
viðvíkjandi hoyrilíkindunum hjá bátum í føroyskum sjóøki.
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-50/2001
til Bjarna Djurholm landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni,
viðvíkjandi koyriroynd hjá eysturoyingum.
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-49/2001
til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi
vatninum í Sumbiarbergholinum.
- Famløga.
Fundur lokin kl. 18.10.
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari