Gerðabók
Løgtingsins fyri tingsetuna 2001 |
68. fundur |
Hósdagur 28. februar 2002 |
kl. 13.30 |
Ár 2002, hósdagin 28. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur í
útvarpshøllini.
Løgtingsmenninir Jóanis Nielsen, Flemming Mikkelsen, Alfred Olsen, Heðin Mortensen
og Helena Dam á Neystabø, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
- 3. viðgerð av tingmáli nr.
44/2001: Uppskot til løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi.
Broytingaruppskot frá Marjus Dam, Lisbeth L. Petersen, Henrik Old og Kristian Magnussen
til skjal 1 og 2 fall 7-2-15.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0.
Málið avgreitt.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 50/2001:
Uppskot til løgtingslóg um adressur.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-1-0.
Málið avgreitt.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 51/2001: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Skattalógin).
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0.
Málið avgreitt.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 52/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
(Ásetingarlógin).
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0.
Málið avgreitt.
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
62/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lógarkunngerð um barnaforsorg.
§§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 56/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
Málið beint í vinnunevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-5/2001:
Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2002.
Málið beint í fíggjarnevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2001:
Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2002 2.
Málið beint í fíggjarnevndina.
Málini nr. 1-5/2001 og nr. 1-6/2001 vórðu viðgjørd undir einum.
- Famløga.
Formaðurin boðaði frá, at Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, vegna
landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr.
72/2001: Uppskot til løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða
(Arbeiðsskaðatryggingarlógin), og at Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið,
hevur lagt fram tingmálini nr. 77/2001:
Uppskot til løgtingslóg um eftirlit, váttanarveitan og umsjón sambært Sáttmála
Sameindu Tjóða um bann fyri evnafrøðiligum vápnum, nr. 78/2001:
Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Liberiu, nr.79/2001:
Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í
Angola, nr.
80/2001: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Sierra Leona og nr. 81/2001:
Uppskot til samtyktar um ILO sáttmála nr. 164 um heilsuvernd og læknaviðgerð av
sjófólki.
Formaðurin fráboðaði fyrispurningi nr. 100-54/2001 til
Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinumálum, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni,
viðvíkjandi sambandinum við Fámjin.
Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 1. mars 2002 kl. 10.00 við hesi
dagsskrá:
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-54/2001
til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinumálum, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni,
viðvíkjandi sambandinum við Fámjin
- 1. viðgerð av tingmáli nr.
69/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp v.m.
Málið verður beint í mentanarnevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr.
73/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av
motorakførum v.m.
Málið verður beint í fíggjarnevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr.
74/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald
á motorakførum v.m.
Málið verður beint í fíggjarnevndina.
Málini nr. 73/2001 og nr. 74/2001 verða viðgjørd undir einum.
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-48/2001
til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi
hoyrilíkindunum hjá bátum í føroyskum sjóøki.
- Svar upp á Fyrispurning nr. 100-50/2001
til Bjarna Djurholm landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni,
viðvíkjandi koyriroynd hjá eysturoyingum
- Famløga.
Fundur lokin kl. 17.30.
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari