Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

67. fundur

Mikudagur 27. februar 2002

kl. 13.30

 

Ár 2002, mikudagin 27. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Flemming Mikkelsen, Heðin Mortensen og Marjus Dam og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-52/2001 til Óla Holm, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi tilmælinum um sernámsfrøði.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-53/2001 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi heildarveitingini og NATO.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 45/2001: Uppskot til  løgtingslóg um marknaðarføring.
    Uppskot frá Signar á Brúnni um at beina málið aftur í nevnd samtykt 17-1-8. Málið beint aftur í vinnunevndina.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 46/2001: Uppskot til  ríkislógartilmæli um brúkarakærunevnd.
    Uppskot til  ríkislógartilmæli fall 8-0-18. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 66/2001: Uppskot til samtyktar um at umskipa Føroya Lívstrygging, so at tryggingartakararnir fáa fulla ávirkan og innlit.
    Málið beint í vinnunevndina.
  7. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Óli Breckmann, løgtingsmaður, vegna Fólkaflokkin, hevur lagt fram tingmálini nr. 67/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), og nr. 68/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin).

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 27. februar 2002 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 44/2001: Uppskot til løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 50/2001: Uppskot til løgtingslóg um adressur.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 51/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 52/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin).
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 62/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lógarkunngerð um barnaforsorg.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 56/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-5/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2002.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2001: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2002 – 2
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
    Málini nr. 1-5/2001 og nr. 1-6/2001 verða viðgjørd undir einum.
  9. Famløga.

Fundur lokin kl. 16.55. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari