Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

63. fundur

Fríggjadagur 22. februar 2002

kl. 10.00

 

Ár 2002, fríggjadagin 22. februar, kl. 10.00, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Finnbogi Arge, Edmund Joensen, Marjus Dam, Helena Dam á Neystabø, Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk og Hergeir Nielsen, og landsstýrismenninir Óli Holm, Høgni Hoydal, Karsten Hansen og Sámal Petur í Grund vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 64/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í sjólógini (ábyrgdarásetingar).
    Málið beint í vinnunevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 65/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
    Málið beint í vinnunevndina.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 26. februar 2002 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Framhaldandi 2. viðgerð av tingmáli nr. 44/2001: Uppskot til løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 47/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 50/2001: Uppskot til løgtingslóg um adressur.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 51/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 52/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin).
  6. Svar upp á fyrispurining nr. 100-46/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi bakkaverjuni í Sumba.
  7. Framløga.

Fundur lokin kl. 12.55. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari