Gerðabók
Løgtingsins fyri tingsetuna 2001 |
62. fundur |
Hósdagur 21. februar 2002 |
kl. 13.30 |
Ár 2002, hósdagin 21. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur í
útvarpshøllini.
Løgtingsmenninir Marjus Dam og Helena Dam á Neystabø, Karsten Hansen,
landsstýrismaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
1. viðgerð av tingmáli nr. 60/2001: Uppskot
til samtyktar um broyting í løgtingslóg um kringvarp.
Málið beint í mentanarnevndina.
1. viðgerð av tingmáli nr.
61/2001: Uppskot til løgtingslóg um barnaumboðsmann.
Málið beint í trivnaðarnevndina.
1. viðgerð av tingmáli nr. 62/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í lógarkunngerð um barnaforsorg.
Málið beint í trivnaðarnevndin.
1. viðgerð av tingmáli nr.
63/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya
Løgting.
Málið beint í rættarnevndina.
Framløga.
Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit II í tingmáli nr. 44/2001:
Uppskot til løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi, og álit í
tingmálunum nr.
47/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og
eftirløn landsstýrismanna v.m., nr. 51/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Skattalógin), og nr.
52/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
(Ásetingarlógin), at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr.
45/2001: Uppskot til løgtingslóg um marknaðarføring, nr.
46/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um brúkarakærunevnd og nr. 50/2001:
Uppskot til løgtingslóg um adressur.
Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 22. februar 2002 kl. 10.00 við
hesi dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 64/2001:
Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í sjólógini (ábyrgdarásetingar).
Málið verður beint í vinnunevndina.
1. viðgerð av tingmáli nr.
65/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan
fiskiskap.
Málið verður beint í vinnunevndina.
Famløga.
Fundur lokin kl. 18.30.
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari