Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

60. fundur

Týsdagur 19. februar 2002

kl. 13.30

 

Ár 2002, týsdagin 19. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Finnbogi Arge, Hans Pauli Strøm, Lisbeth L. Petersen, Helena Dam á Neystabø og Heini O. Heinesen, landsstýrismenninir Karsten Hansen, Sámal Petur í Grund og Eyðun Elttør, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 53/2001: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um dagpening vegna ættleiðing.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 22-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 55/2001: Uppskot til løgtingslóg um útbúgvingar innan fiskiídnað og havbúnað.
    Málið beint í mentanarnevndina.
  3. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-39/2001 frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi rúsevnisnýtslu í Føroyum.
    Málið avgreitt.
  4. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at løgtingsmenninir Finnur Helmsdal og Jógvan á Lakjuni hava lagt fram tingmál nr. 60/2001: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslóg um kringvarp, at Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, hevur lagt fram tingmál nr. 61/2001: Uppskot til løgtingslóg um barnaumboðsmann, at Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 62/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lógarkunngerð um barnaforsorg, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 63/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting, og at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 64/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í sjólógini (ábyrgdarásetingar).

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-51/2001 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi bíðitíð til viðgerðar á føroyska sjúkrahúsverkinum.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 20. februar 2002 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:  

  1. Munnligir fyrispurningar
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-51/2001 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi bíðitíð til viðgerðar á føroyska sjúkrahúsverkinum.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 58/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 59/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um rentustuðul.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
    Tingmálini nr. 58/2001 og nr. 59/2001 verða viðgjørd undir einum.
  5. Framløga.

Fundur lokin kl. 16.30.  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari