Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

59. fundur

Fríggjadagur 15. februar 2002

kl. 10.00

 

Ár 2002, fríggjadagin 15. februar, kl. 10.00, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Formaðurin boðaði frá, at Finnbogi Arge í skrivi, dagfest 13. februar 2002, sigur frá, at hann tekur sæti aftur á tingi 15. februar 2002, og at Óli Breckmann í skrivi, dagfest 14. februar 2002, sigur frá, at hann tekur sæti aftur á tingi 15. februar 2002.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 38/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin).
    Uppskot frá Finnboga Ísaksyni um at beina málið aftur í nevnd samtykt 30-1-0. Málið beint aftur í fíggjarnevndina.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 48/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 44/2001: Uppskot til løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi.
    Uppskot frá Jóannes Eidesgaard um at beina málið aftur í nevnd samtykt 22-1-7. Málið beint aftur í fíggjarnevndina.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 53/2001: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um dagpening vegna ættleiðing.
    §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0.
    Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  5. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Heðin Mortensen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin, hevur lagt fram tingmálini nr. 58/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald og nr. 59/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um rentustuðul.

Tikið av dagsskrá:
Svar upp á fyrispurning nr. 100-39/2001 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi rúsevnisnýtslu í Føroyum.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 19. februar 2002 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 53/2001: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um dagpening vegna ættleiðing.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 55/2001: Uppskot til løgtingslóg um útbúgvingar innan fiskiídnað og havbúnað.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  3. Svar upp á fyrispurning nr. 100-39/2001 til Høgna Hoydal, landsstýrismann í lógarmálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi rúsevnisnýtslu í Føroyum.
  4. Framløga.

 

 

Fundur lokin kl. 12.30.  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari