Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

58. fundur

Mikudagur 13. februar 2002

kl. 16.15

 

Ár 2002, mikudagin 13. februar, kl. 16.15, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Leila á Lofti, Dan R. Petersen, Katrin Dahl Jakobsen, Heðin Mortensen og Helena Dam á Neystabø, Anfinn Kallsberg, løgmaður, landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Óli Holm, Høgni Hoydal, Karsten Hansen, Sámal Petur í Grund og Eyðun Elttør, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 57/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bygging av nýggjari suðuroyarferju.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-1-0.
    Málið avgreitt.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 15. februar 2002 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 38/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin).
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 48/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 44/2001: Uppskot til løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 53/2001: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um dagpening vegna ættleiðing.
  5. Svar upp á fyrispurningur nr. 100-39/2001 til Høgna Hoydal, landsstýrismann í lógarmálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi rúsevnisnýtslu í Føroyum.
  6. Framløga.

Fundur lokin kl. 16.20.  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari