Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

57. fundur

Mikudagur 13. februar 2002

kl. 16.10

 

Ár 2002, mikudagin 13. februar, kl. 16.10, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Leila á Lofti, Dan R. Petersen, Katrin Dahl Jakobsen, Heðin Mortensen og Helena Dam á Neystabø, Anfinn Kallsberg, løgmaður, landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Óli Holm, Høgni Hoydal, Karsten Hansen, Sámal Petur í Grund og Eyðun Elttør, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 57/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bygging av nýggjari suðuroyarferju.
    §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 13. februar 2002 kl. 16.15 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 57/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bygging av nýggjari suðuroyarferju.
  2. Framløga. 

Fundur lokin kl. 16.12.  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari