Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

56. fundur

Mikudagur 13. februar 2002

kl. 13.30

 

Ár 2002, mikudagin 13. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Helena Dam á Neystabø, løgtingsmaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-50/2001 til Bjarna Djurholm landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi koyriroynd hjá eysturoyingum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 48/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  4. Frávik.
    Formaðurin skeyt upp, sambært § 85 í tingskipanini, at gera frávik frá øllum tíðarfreistum í tingmáli nr. 57/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bygging av nýggjari suðuroyarferju.
    Samtykt 25-0-2.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 57/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bygging av nýggjari suðuroyarferju.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  6. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-45/2001 frá Marjus Dam, løgtingsmanni, viðvíkjandi parkeringsviðurskiftum kring flogvøllin.
    Málið avgreitt.
  7. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Óli Holm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 55/2001: Uppskot til løgtingslóg um útbúgvingar innan fiskiídnað og havbúnað, og at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 53/2001: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um dagpening vegna ættleiðing.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 13. februar 2002 kl. 16.10 við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 57/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bygging av nýggjari suðuroyarferju.
  2. Framløga.

Fundur lokin kl. 16.05  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari