Gerðabók
Løgtingsins fyri tingsetuna 2001 |
54. fundur |
Fríggjadagur 8. februar 2002 |
kl. 10.00 |
Ár 2002, fríggjadagin 8. februar, kl. 10.00, varð tingfundur settur í
útvarpshøllini.
Jenis av Rana, løgtingsmaður, og landsstýrismenninir Jørgen Niclasen og Høgni
Hoydal vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 54/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av
almannaveitingum.
Málið beint í trivnaðarnevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 51/2001: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Skattalógin).
Málið beint í fíggjarnevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr.
52/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
(Ásetingarlógin).
Málið beint í fíggjarnevndina.
Tingmálini nr. 51/2001 og 52/2001 vórðu viðgjørd undir einum.
Formaðurin boðaði frá fyrispurningi nr. 100-49/2001
til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi
vatninum í Sumbiarbergholinum.
Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 12. februar 2002 kl. 10.00 við hesi
dagsskrá:
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-49/2001
til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi
vatninum í Sumbiarbergholinum.
- Aðalorðaskifti um løgtingsmál nr. 101-6/2001:
Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini frá landsstýrismanninum í
mentamálum um frískúlar.
- Framløga.
Fundur lokin kl. 12.20.
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari