Gerðabók
Løgtingsins fyri tingsetuna 2001 |
53. fundur |
Hósdagur 7. februar 2002 |
kl. 13.30 |
Ár 2002, hósdagin 7. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.
Løgtingsmenninir Dan R. Petersen og Jenis av Rana, landsstýrismenninir Jørgen
Niclasen og Høgni Hoydal og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
- Munnligir
fyrispurningar.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 48/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 53/2001:
Uppskot til løgtingslóg um avtøka av løgtingslóg um dagpening vegna ættleiðing.
Málið beint í trivnaðarnevndina.
- Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr.
100-44/2001 frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi
dagpeningaskipanini.
Málið avgreitt.
Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 8. februar 2002 kl. 10.00 við
hesi dagsskrá:
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 54/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av
almannaveitingum.
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 51/2001: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Skattalógin).
Málið verður beint í fíggjarnevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 52/2001:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
(Ásetingarlógin).
Málið verður beint í fíggjarnevndina.
Tingmálini nr. 51/2001 og 52/2001 verða viðgjørd undir einum.
- Framløga.
Fundur lokin kl. 16.15.
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari