Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

52. fundur

Týsdagur 5. februar 2002

kl. 13.30

 

Ár 2002, týsdagin 5. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur í útvarpshøllini.

Løgtingsmenninir Leila á Lofti, Kristian Magnussen, Dan R. Petersen, Jóannes Eidesgaard, Flemming Mikkelsen, Jenis av Rana og Helena Dam á Neystabø, og landsstýrismenninir Høgni Hoydal og Sámal Petur í Grund vóru ikki á fundi.


Farloyvi:
Skriv frá Óla Breckmann, dagfest 1. februar 2002, við umsókn um farloyvi, og at næsti maður á lista Fólkafloksins í Suðurstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Katrin D. Johansen, ið áður hevur verið á tingi, skal taka sæti fyri Óla Breckmann.

Skriv frá Finnboga Arge, dagfest 5. februar 2002, við umsókn um farloyvi, og at næsti maður á lista Fólkafloksins í Suðurstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Leila á Lofti, ið áður hevur verið á tingi, skal taka sæti fyri Finnboga Arge.

Til viðgerðar:

  1. Óli Holm, landsstýrismaður, leggur fram løgtingsmál nr. 101-6/2001: Frágreiðing sambært grein 51, stk. 4 í tingskipanini um frágreiðingina um frískúlar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-46/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi bakkaverjuni í Sumba.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-47/2001 til Óla Holm, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni,viðvíkjandi Fróðskaparsetri Føroya.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  4. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-48/2001 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi hoyrilíkindunum hjá bátum í føroyskum sjóøki.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 27/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutrygging v.m. (Rentutryggingarlógin).
    Uppskot frá Vilhelm Johannesen um at beina málið aftur í nevnd samtykt 23-0-0. Málið beint aftur í fíggjarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 50/2001: Uppskot til løgtingslóg um adressur.
    Málið beint í vinnunevndina.
  7. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-42/2001 frá Heðin Mortensen, løgtingmanni, viðvíkjandi ferðasambandinum Gamlarætt – Hest.
    Málið avgreitt.
  8. Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-25/2001 frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi rentum til Danmarkar.
    Málið avgreitt.
  9. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 51/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) og nr. 52/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin), og at Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 53/2001: Uppskot til løgtingslóg um avtøka av løgtingslóg um dagpening vegna ættleiðing, og nr. 54/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.

Tikið av dagsskrá:
3. viðgerð av tingmáli nr. 38/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), og 2. viðgerð av tingmáli nr. 44/2001: Uppskot til løgtingslóg um avgjald av framleiðslu og innflutningi.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 7. februar 2002 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 48/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 53/2001: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um dagpening vegna ættleiðing.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  4. Svar upp á fyrispurning nr. 100-44/2001 til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi dagpeningaskipanini.
  5. Framløga.

Fundur lokin kl. 17.10. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari